BB5

Um

ZETA arkitektar hava fingið til uppgávu at tekna eina verkætlan av einum bústaðar- og vinnubygningi við parkeringskjallara undir jørð. Í sniðgevingini av bygninginum er áherðsla løgd á at fáa bygningin at fylla minni í býarrúminum. Hetta er gjørt við m.a. at skipa bygningin í tveir smærri bygningskroppar, ið eisini eru smalri í hæddini enn í neðra.

Sniðið á bygninginum ger at bygningurin fyllir minni í umhvørvinum og betri útsýni verður frá Tinghúsvegnum framvið – og í millum bygningskropparnar. Áherðsla er í sniðgevingini av bygningi og uttanumøki løgd á at skipa bygning og ferðslu-viðurskifti til parkeringskjallara soleiðis, at mest møguligt øki kring bygningin er varðveitt sum alment øki, eitt nýtt býarrúm, atkomuligt hjá fólki í býnum.

Prosjektið styrkir eisini sambandi millum Kongagøtu og Bøkjarabrekku við einum samanhangandi túni, ið strekkir seg millum hesar gøtur. Til- og frákoyring til parkeringskjallara eru skipað umvegis tunlar, ávikavist undir lendi í Kongagøtu og undir lendi við Bøkjarabrekku. Í báum førum avmarkar hetta ampan av ferðsluni í grannalagnum, og harumframt gerst økið yvir tunnlunum atkomuligt sum tún í Kongagøtu og sum grønt øki við gongugøtu við Bøkjabrekku.

Eisini í tilfarsvali miðar prosjektið í móti, at bygningurin skal gerast eitt jaligt íkast til miðbýin. Uttan er bygningurin klæddur við irraðum kopari. Hetta ger at bygningur er diskretur í liti, men er eisini í tráð við tilfarsval í grannalagnum t.d. Steinatún og umsitingarbygningurin hjá løgtinginum. Samanumtikið er í tilgongdini av prosjektinum áherðsla løgd á skapa eitt prosjekt, ið hóast sína stødd er tillagaður grannalag og miðbýin sum heild.

Viðurskifti

SLAGBÍLEGGING
SKRÁBÚSTAÐAR- OG VINNUBYGNINGUR VIÐ PARKERINGSKJALLARA
KUNDIPRIVATUR KUNDI
STAÐSETINGTÓRSHAVN, FØROYAR
ÁR2024
STØÐAUPPSKOT