Fitjahúsini

Um

ZETA arkitektar hava fingið til uppgávu at gera eitt uppskot, ið vísir, hvussu ein umvæling av Fitjahúsunum kundi sæð út.

Uppskotið fevnir í stuttum um at umvæla húsini í samsvari við upprunaliga sniðið og dámin á húsunum. Millum húsini skal túnið leggjast við føroyskum gróti, sum vit kenna tað frá gøtunum í Tinganesi. Kring húsini vera runnar og trø plantað fyri at skapa lívd og umstøður til ymiskt uttandura virksemi. Lagt verður upp til knýta nýggja mentanardepilin í gøtukervi í nærumhvørvinum soleiðis, at depilin gerst ein inngrógvin partur av bleytu ferðsluni í bygdini, og møguliga eisini knýta eystara- og vestara partin av bygdini tættari saman.

Viðurskifti

SLAGBÍLEGGING
SKRÁUMVÆLING
KUNDIPRIVATUR KUNDI
STAÐSETINGVESTMANNA, FØROYAR
ÁR2023
STØÐAUPPSKOT