Um
ZETA arkitektar hava fingið til uppgávu at tekna eitt uppskot til nýggju Glæmuna í Kvívík.
Uppgávan fevnir um at sniðgeva eitt nýtt bygdarhús, ið skal rúma ymisk endamál. Niðara hæddin er ætlað til alskyns tiltøk, veitslur, skeiðvirksemi, framløgur, venjingarhøli rógvarar rógvarar v.m. Útsýni á niðaru hæddina vendir sær vestureftir móti ánni og fossinum norðanfyri. Ovara hæddin er innrætta til café-virksemi við frálíkum útsýni út á fjørðin og norðureftir móti Egilsfjalli.
Í sniðgevingini av nýggju Glæmuni er áherðsla løgd á skapa ein bygning, ið virðir nærumhvørvið. Hetta verður m.a. gjørt við skráum og tilfarið, ið fær bygningin at fella væl inn í lendi, umframt at tykjast minni enn hann er.
Viðurskifti
SLAG | BÍLEGGING |
SKRÁ | BYGDARHÚS |
KUNDI | PRIVATUR KUNDI |
STAÐSETING | KVÍVÍK, FØROYAR |
ÁR | 2023 |
STØÐA | UPPSKOT |