Um
ZETA arkitektar hava fingið til uppgávu at tekna uppskot til umvæling av sethúsum í Gríms Kambans gøtu í Havn.
Staðsetingin á fremstu rók í hjartanum í Havn hevur lagt lunnar undir uppskotinum. Við íblástri frá dranganum hevur uppskotið tikið skap. Drangin reisir seg upp við markið millum land og hav og kagar út á opna heimin.
Uppskotið fevnir um umvæling og útbygging. Niðasta hædd verður gjørd til útleigan, meðan tær ovaru hæddirnar verða gjørdar til sethús.
Viðurskifti
SLAG | UMVÆLING |
SKRÁ | SETHÚS |
KUNDI | PRIVATUR KUNDI |
STAÐSETING | TÓRSHAVN | FØROYAR |
ÁR | 2022 |
STØÐA | UPPSKOT |