Sambýlið í Reynstúni

About

Nýggja sambýlið í Reynstúni á Argjum er staðsett ovarlaga undir hamrinum, omanfyri Glyvursvegin haðani nýggj innkoyring til heimið verður.

Bygningurin er avlangur og evnaður til brattlendi á staðnum samstundis sum hann gangnýtir framúr vakra útsýnið, ið er yvir havnina.

Av tí at sjálvur bygningskroppurin er lutfallsliga avlangur, og av onkrum kann tykjast ov stovnsligur, er áherðsla í arkitekturinum løgd á at skapa eina mótvekt til hetta. Hetta verður gjørt við útsýnisgluggum í gongunum, góðum og fjálgum tilfari ymsastaðni í bygninginum, umframt at eitt tætt tilknýti til útiøkini er gjørt norðaru- og sunnaru meðna bygningin. Hesi útiøki, ið hava ymiskar dygdir, eru hugsaði sum ein áhaldandi og støðugt broytiligt kelda til forvitni og íblástur.

Nýggja sambýlið í Reynstúni  skal vera ein bústovnur, sum gevur búfólkunum tryggar liviumstøður við bestu og mest framkomnu bygnaðarviðurskiftum. Eitt heim, sum gevur búfólkunum møguleika at liva eitt sjálvstøðugt lív, tí bygningurin er einfaldur og lættur at koma runt í. Eitt stað, sum ger gagn av øllum rúmunum og leggur upp til ymisk virksemi í ymisku rúmunum.

Facts

TYPECOMPETITION
PROGRAMRESIDENTIAL
CLIENTLANDSVERK
LOCATIONTÓRSHAVN , FAROE ISLANDS
YEAR2018
STATUSPROPOSAL