Sjóvinnustýrið

Um

ZETA arkitektar hava vunnið 1. virðisløn fyri kappingaruppskotið til nýggja Sjóvinnustýrið í Giljanesi.

Staðsetingin av Sjóvinnustýrinum liggur við sjóvarmálan við útsýni yvir fjørðin. Eins og staðsetingin er tengd at havinum, er virksemið hjá Sjóvinnustýrinum óloysiliga tengt at havinum. Bygningurin tekur tí støði í júst hesum. Við einum reinum og einklum sniði, ið leiðir tankarnar til stevnið á einum skipi, vendir bygningurin sær út móti havinum og heldur eyga við tí, ið har fer fram. Soleiðis knýtir eyðkenda sniðið seg til virksemið hjá Sjóvinnustýrinum og økir tilvitanina hjá almenninginum um tað umráðandi virksemi, ið her fer fram. Bygningurin hevur eitt tríkantað skap, ið tryggar fleiri framsíður. Soleiðis kann bygningurin kaga út á hav, samstundis sum hann bæði vendir sær móti Sandavági og Miðvági.

Innan er bygningurin skipaður soleiðis, at í miðjuni er opið felagsrúm og torg, og kring miðjuna liggur alt annað virksemi. Hetta gevur starvsfólki og vitjandi yvirlit yvir virksemið í bygninginum, og ger tað ómakaleyst at finna runt í bygninginum. Fyri starvsfólk er miðrúmið somuleiðis eitt savnandi stað, har starvsfólk hitta hvørjum øðrum og steðga á til eitt prát. Soleiðis er rúmið gjørt til at styrkja um trivnaðin og arbeiðslagið í bygninginum.

Fakta

SLAGKAPPING
SKRÁSKRIVSTOVUBYGNINGUR
KUNDILANDSVERK
STAÐSETINGGILJANES | FØROYAR
ÁR2021
STØÐA1. PLÁSS | Í GONGD