Rípa

Um

ZETA arkitektar hava saman við Brim arkitektum vunnið 3. virðisløn fyri kappingaruppskotið til nýtt tjóðleikhús í Havn við heitinum Rípa.

Staðsetingin av tjóðleikhúsinum liggur við sjóvarmálan við útsýni yvir fjørðin. Eins og okkara samleiki og tilvera, er staðsetingin við Eystaru vág óloysiliga tengd at havinum. Uppskotið tekur tí støði í tí maritima lívinum og rípuni. Eins og rípan livir av at sálda føði úr havinum, sáldar Tjóðleikhúsið samtíðina í ymiskari palllist.

Byggingin er tvíbýtt, har pallar, verkstøð og arbeiðsrúm saman eru ein býlingur, ið liggur í beinari linju, og er ílatin eina skel, sum verjir móti veðri og vindi. Í millumrúminum millum býling og skel, staðfestir eitt innandura býarrúm seg, ið rennur saman við og verður ein livandi partur av býartorginum uttanfyri. Nærumhvørvið er soleiðis tvinnað saman við arkitektoniska rúminum, sum bjóðar øllum vælkomnum, og letur upp fyri livandi samskifti og samstarvi við umhvørvið.

Við Rípu fáa listafólk og áskoðarir eitt stað, har søgan livir, og framtíðin letur seg upp. Tað er her, at teir djørvu spurningarnar verða settir, at hugt verður nærri at, hvat okkara samfelag er og hevur verið, og hvat vit ynskja tað at verða. Rípa hevur makaleysar møguleikar fyri upplivingum og virksemi, og umstøðurnar at skapa alskins pallist eru framúr.

Fakta

SLAGKAPPING
SKRÁTJÓÐLEIKHÚS | MENTAN | PALLUR
KUNDILANDSVERK
STAÐSETINGTÓRSHAVN | FØROYAR
ÁR2022
STØÐA3. PLÁSS | UPPSKOT