Vágsbotnur

About

Vágsbotnur er seinastu árini vorðin karmur um alskyns tiltøk, ið á ymiskan hátt umboða føroyska mentan og gerandisdagin. Sum eitt føroyskt mikrokosmos við smáum brellbitum av okkara mentan eru tiltøk sum Slaktið, Ein dagur á Grynnuni, Mentanarnáttin, jólabýurin ella ein heilt vanligur gerandisdagur í oktober, dømi um tað fjølbroytni, Vágsbotnur í dag er karmur um. Uppskotið leggur upp til, við heilt einklum átøkum, at skapa enn betri rammur um tey tiltøk, ið eru í Vágsbotni. Hetta skal gerast við smáum og einklum broytingum og innbúgvi, ið støðugt kann tillaga seg til skiftandi virksemi á Torginum.

Torgið verður innrættað við 3 sløgum av broytiligum innbúgvi: hálvtak / telt, plintar og gosvatn. Hálvtaki verður fest á Corten-stál-mastrar, ið kunnu snarast upp og niður eftir tørvi. Støddin á hálvtakinum / teltinum kann varierast eftir tørvi.

Torgið verður innrættað við 3 sløgum og plintum úr føroyskum gróti: ein uppihalds- og søluplintur, ið ikki er gjørdur til plantur. Hini sniðini eru bæði gjørt til heilt ella partvíst at innihalda smærri trø og plantur. Allir plintarnir eru gjørdir soleiðis, at teir kunnu flytast runt á torginum eftir tørvi. Hetta verður gjørt við plattalyftara.

Innbygt í flísarnar miðskeiðis á torginum, eru dysur til gosvatn. Økið við dýsum er 3 x 20m til víddar. Gosvatni kann variera í stødd og styrki og tillagast til tiltøkini á torginum annars. Dysurnar eru senkaðar niður í belegningin og eru ikki til ampa fyri tiltøkini á torginum.

Facts

TYPECOMPETITION, 1. PRIZE
PROGRAMURBAN PLANNING, URBAN DESIGN
CLIENTTHE MUNICIPALITY OF TÓRSHAVN
LOCATIONTÓRSHAVN , FAROE ISLANDS
YEAR2020
STATUSPROPOSAL