Í nátt verður tekjan flutt oman í Steinatún og sett á súlurnar, ið longu eru komnar upp. Hetta hevur verið ein avbjóðandi og spennandi verkætlan, sum er serstøk á nógvar mátar. Undirsíðan á tekjuni verður klødd við kopari og omaná verður sedum lagt. Undir tekjuni verður glasskýli og benkur.